Innanlands

Løgreglan: Alt gekk friðarligt fyri seg á regatta í gjár

Bert ein bátaførari royndi at sigla heim við fullum fólki umborð, men bátaførarin var sjálvur púra edrúur

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-04 09:29 Author image
Oda Strøm
placeholder

Løgreglan sigur í morgun, at einki nevnivert er at skriva heim um, nú ársins regatta byrjaði í gjár, har siglt varð av Eiði til Hósvíkar, og sum heldur áfram í dag, tá ið siglt verður til Nólsoyar. 

Løgreglan var til staðar á bæði sjógvi og landi og somuleiðis var Rescue Sverri eisini til staðar. 

Fyrireikararnir hava biðið fólk um at vísa varsemi og helst ikki sigla einsamøll um náttina, men ein bátaførari royndi at gera júst tað um 5 tíðina í morgun. 

Rescue Sverri kom á staðið, og fann skjótt útav, at hóast tey, ið vóru umborð, høvdu smakkað sær á, var bátaførarin edrúur. Bátaførarin fekk tí loyvi at loysa og halda áfram. 

Løgreglan sigur, at longu um 2 tíðina í nátt vóru flest fólk farin heim - allarhelst fyri at vera væl fyri til at sigla aftur í dag.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder