2018-08-10 07:48
- Tað hevur verið sera friðarligt í nátt, og ikki einaferð hava tey ringt av Summarfestivalinum eftir okkum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Summarfestivalurin byrjaði við einum braki í gjár og sera nógv fólk vóru komin saman. Tað merktist tó ikki aftur á løgreglustøðini.
- Tað plagar at vera friðarligt á Summarfestivalinum, og vaktirnir og samarittarnir taka sær av tí mesta, sum stingur seg upp. Vit hava tó sett tvey løgreglufólk eyka av til í kvøld at hjálpa teimum løgreglufólkunum, sum eru í Klaksvík, og so eru vit annars vælmannað. Men tað verður neyvan neyðugt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald