Uttanlands

Løgreglan hevur sjónband har Kevins Spacey følir uppá ungan mann

Kendi sjónleikarin skal í rættin fyri hendingina

2018-12-28 08:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kendi amerikanski sjónleikarin Kevin Spacey, skal tann 7. januar í rættin, har hann verður ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ein ungan mann.

Løgreglan hevur eina sjónbandaupptøku, har kendi sjónleikarin sæst føla uppá kynslimin hjá tí táverandi 18 ára gamla dreinginum. Hendingin fór fram á einari barr tann 7. juni 2016.

Tá drongurin sá kenda sjónleikaran koma inn í barrina gjørdist hann so spentur, at hann leyg um hvussu gamal hann var, og segði seg verða 21 ár. Síðani sótu teir saman í nakrar tímar, meðan Spacey keypti unga dreinginum alkohol.

Drongurin tók uppá við Snapchat meðan Kevin Spacey føldi uppá hann.

Kevin Spacey kann fáa upp í 5  ára fongsulsrevsing, verður hann dømdur í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder