2018-09-04 19:04
Løgreglan í Keypmannahavn hevur nú sett forboð móti bandanum Loyal to Familia (LTF). Forboðið inniber, at ikki er loyvt at bera nakað eyðkenni hjá bandanum.
- Ákærumyndugleikin hjá løgregluni í Keypmannahavn hevur metir, at LTF er ein felagsskapur, sum fremur harðskap og kriminalitet av so grovum slag, at eitt umsitingarligt forboð verður sett í verk, sigur Ida Sørensen, høvuðsákæri hjá løgregluni í Keypmannahavn, við DR.
Ida Sørensen sigur, at løgreglan metir, at limir í LTF fara framhaldandi at fremja álvarsaman kriminalitet.
- Vit meta, at LFT er ein hóttan móti trygdina hjá almenninginum. Tí verður forboð nú sett móti bandanum.
Forboðið er galdandi fyri alt Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald