2020-01-02 18:50
Umfatandi herverk er framt í felagshúsinum hjá Víkingi í Gøtu.
Talan er um onkran, sum hevur brotið yvir 20 rútar og tømt tveir pulvursløkkjarar.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at málið varð meldað í gjár klokkan 18.30, og Eysturkommuna sigur, sambært Kringvarpinum, at hetta er helst hent einaferð í gjár ella fyrradagin.
Løgreglan hevur fólk á staðnum nú, sum eru í ferð við at kanna málið.
Um tey hava nakra ábending um, hvør stendur aftanfyri veit vaktleiðarin ikki at siga, men enn er eingin tikin í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald