2018-08-12 10:00
Í vikuskiftinum hava nógv fólk verið í Klaksvík, nú Summarfestivalur er, og sambært løgregluni, hevur tað eftir umstøðunum verið friðarligt.
Vakthavandi á politistøðini sigur við Portalin, at løgreglan hevur havt nógv at gera, har hava verið nøkur full fólk, sum tey hava tikið sær av, men har hevur einki álvarsamt mál verið.
"Í mun til hvussu nógv fólk vóru, hevur tað verið rættiliga friðarligt, og fyrireikararnir og samarittarnir hava rós uppiborið," sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald