Løgeglufólk í Philadelphia noyddust at flýggja og goyma seg handan bilar, tá ein vápnaður maður skeyt ímóti teimum.
Løgreglan kom á staðið í samband við eitt rúsevnismál, men tað varð skjótt, at tað var skotið ímóti teimum, ið komu at taka sær av støðuni.
Fyrst var talið av løgreglufólki eitt sindur ógreitt, eins og hvørjari støðu tey vóru í. TV2 skrivar tíðliga í morgun, at talan var um seks løgreglufólk, og at eingin kom álvarsliga til skaða. Philadelphia P.D kunngerð, at øll seks eru útskrivaðir av sjúkrahúsinum.
Løgreglan í stórbýnum í Pennsylvania mældi í gjárkvøldið fólki til at halda seg burtur av gøtunum í umráðnum, og hægri lærustovnurin, Temple University, sum liggur nær við varð stongdur av.
Ein maður við einari AK-47 hernaðarriflu skeyt niður av loftinum, tá løgreglan kom. Roynt varð at skjóta aftur, men neyðugt var at flýggja úr húsinum orsakað av mátmiklu skotunum.
Tvey løgreglufólk sluppu tó ikki út og vóru hildin í fimm tímar sum fangar. AP tíðindastovan upplýsir, at tað vóru samráðingar við mannin, og at enda vóru løgreglufólkini bjargaði. Maðurin varð handtikin, og stuttu áðrenn var ein, sum skjúttin arbeiddi saman við handtikin.
Borgarstjórin í Philadlephia, Jim Kenney, segði, at hann var óður um, at nakar hevur so nógv at skjóta við. Kjakið um skotvápn í USA er sera heitt og aktuelt í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald