Uttanlands

Løgreglumaður funnin sekur í at hava dripið George Floyd

45 ára gamli Derek Chauvin kann vænta sær upp í 40 ára fongsul, eftir at hann týskvøldið varð funnin sekur í øllum ákærum

Derek Chauvin varð funnin sekur í øllum trimum ákærum (Mynd: EPA)

Derek Chauvin varð funnin sekur í øllum trimum ákærum (Mynd: EPA)

2021-04-21 07:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týskvøldið fall dómurin í nógv umrødda George Floyd-málinum. Fyrrverandi løgreglumaðurin, Derek Chauvin er funnin sekur í at hava dripið litta amerikanska mannin George Floyd undir einari handtøku í Minneapolis 25. mai í fjør.

Derek Chauvin varð funnin sekur í øllum trimum punktum í ákæruritinum, tað mest álvarsama snýr seg um dráp. Nú kann hann vænta sær upp í 40 ára fongsulsrevsing. Revsingin verður kunngjørd um uml. tveir mánaðir.

Stórur fagnaður var uttanfyri rættarbygningin, tá dómurin varð sagdur. Hundraðtals fólk høvdu savnast uttanfyri gjøgnum dagin. Derek Chauvin varð leiddur úr bygninginum í hondjørnum.

Tað tók teimum 12 nevningunum góðar tíggju tímar at semjast um eina avgerð í málinum, skrivar Ritzau.

45 ára gamli Derek Chauvin hevur undir allari rættarviðgerðini noktað seg sekan í øllum ákærum. Hann varð skuldsettur fyri manndráp í fjør, eftir hann hevði trýst knæið móti hálsinum á George Floyd í yvir níggju minuttir undir einari handtøku.

Orsøkin til handtøkuna var, eitt handilsfólk hevði meldað George Floyd fyri at hava goldið fyri vørur við einum falskum 20-dollaraseðli.

Undir handtøkuni segði 46 ára gamli George Floyd ferð eftir ferð, at hann ikki fekk andað, áðrenn hann seinni misti vitið. Hendingin varð tikin upp á video, og upptøkurnar ferðaðust um allan heimin.

Hetta elvdi til stór mótmæli í USA og seinni eisini restina av heiminum móti løgregluharðskapi og rasismu. Eitt mótmælistiltak móti rasismu varð eisini hildið í Havn.

Sambært tíðindastovuni Reuters verður dómurin í George Floyd-málinum mettur sum ein mílasteinur í amerikanskari søgu, av tí at løgreglufólk ofta eru vorðin fríkend fyri løgregluharðskap móti littum amerikanarum.

Trý onnur løgreglufólk eru eisini skuldsett í málinum. Rættarviðgerðin av hesum málinum heldur fram til august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder