Innanlands

Løgtingið mintist Heina O. Heinesen

Dámligi og jarðbundni maðurin við tí smædna smílinum hevur lagt árarnar inn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-21 11:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Dámligi og jarðbundni maðurin við tí smædna smílinum hevur lagt árarnar inn.

Soleiðis byrjaði løgtingsformaðurin minningarløtuna í løgtinginum í dag um Heina O. Heinesen, sum andaðist 13. august

Tá løgtingið kom saman fyri løtu síðani varð byrjað við minningarløtu fyri Heina O. Heinesen, fyrrverandi løgtingsmanni.

Heini í Kunoy, sum hann vanliga varð kallaður, andaðist 13. august 80 ára gamal. Heini varð føddur 6. august 1938 í Kunoy.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevði eitt orð í minningarløtuni í tinginum. Løgtingsformaðurin bar millum annað við, at Heini ikki var langa løtu frá at verða longst sitandi borgarstjóri í vesturheiminum. Heini var borgarstjóri í Kunoy frá 1977-2008 og aftur frá 2013.

Heini O. Heinesen var valdur á ting í 1984 og sat á tingi í samfull 23 ár. Hann hevði serligan áhuga fyri økisfriðingum, verju av ungfiski og samferðslu á sjógvi og landi. Heini var formaður í Tjóðveldisflokkinum frá 1994-2000 og var formaður fyri flokkinum á tingi frá 1994-2004.

Løgtingsformaðurin var týðiliga rørdur og hevði trupult við at fáa orðið upp, tá hann at enda bað tingið um at reisa seg og minnast Heina O. Heinesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder