Innanlands

Løgtingsval hevur ongan skund halda flestu veljarar

Veljararnir hjá stóru stjórnarberandi flokkunum eru als ikki sinnaðir eftir at sleppa á val sum skjótast

Frá løgtingsvalinum seinast. Veljarar bíða á valstaðnum í Havn meðan atkvøðukassarnir verða forseglaðir (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frá løgtingsvalinum seinast. Veljarar bíða á valstaðnum í Havn meðan atkvøðukassarnir verða forseglaðir (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-21 16:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meirilutin av føroysku veljarunum hevur ongan skund eftir at sleppa í valhølið fyri at velja eitt nýtt løgting.

Í veljarakanningini, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjárkvøldið, varð eisini spurt, um fólk ynsktu val nú.

Spurningurin ljóðaði: Heldur tú, at løgmaður skal útskriva løgtingsval nu?

Til hetta svaraðu 40,6 prosent ja meðan 46,0 prosent svaraðu nei. Tey síðstu 13,4 prosentini høvdu onga meining um tað og svaraðu ’veit ikki’.

Serliga eru tað veljararnir hjá stóru stjórnarberandi flokkunum, sum als ikki eru hugaðir at sleppa á val nú.

Les eisini: Andstøðan gongur spakuliga fram

Av tjóðveldisveljarunum eru bert 7 prosent, sum søgdu ja, meðan talið av javnaðarveljarum, sum vilja sleppa til val nú, er 10 prosent. Hjá triðja flokkinum í samgonguni, Framsókn, er áhugin eftir at sleppa á val nú nakað hægri, 21 prosent.

Veljararnir hjá Sjálvstýri eru heldur ikki so altráðir eftir at sleppa til val nú. Orsøkin er kanska tann, at veljarakanningarnar ikki geva hesum gamla flokki so góðar møguleikar fyri at fáa umboð í løgtingið eftir komandi val. 45 prosent av sjálvstýrisveljarunum halda, at løgmaður átti at skriva út val nú.

Í øllum hinum andstøðuflokkunum er meiriluti fyri at halda løgtingsval nú ella skjótast gjørligt. 57 prosent av sambandsveljarunum, 63 prosent av miðflokkaveljarunum og heili 77 prosent av fólkafloksveljarunum svara ja til at løgmaður átti at skriva út val nú.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder