Innanlands

Løgtingsvalið 2019: Kunning til valevni

Lýsingar og lesarabrøv á Portalinum og á lýsingaveggjum

Lesarabrøv í fokus á einum serligum plássi á Portal-forsíðuni

Lesarabrøv í fokus á einum serligum plássi á Portal-forsíðuni

2019-08-05 16:00 Author image
Portal.fo
placeholder

Løgmaður skrivaði á ólavsøku út val at vera leygardagin 31. august.

33 tinglimir skulu veljast, og valstríðið er skotið í gongd. Her á Portalinum eru nógvir møguleikar fyri at gerast sjónligur og røkka veljaranum.

Lýsingar á netinum

Øll skulu sleppa framat, og tí hava vit ymsar møguleikar at lýsa. Við lýsingaskipanini Vevlýsingar ber til hjá valevnunum og flokkunum sjálvi at avgreiða sínar lýsingar á høvuðssíðuni portal.fo, men eisini á hinum síðunum í Portal-universinum, dagur.fo, roysni.fo, fiskur.fo, dimma.fo osv.

Lýsingaveggir

[object Object]Bøkjarabrekka, Tórshavn

[object Object]Mannbrekka, Hoyvík

Sum nakað nýtt ber eisini til at lýsa á lýsingaveggum í Havnini, Klaksvík og í Runavík. Í Mannbrekku í Hoyvík og í Bøkjarabrekku í miðbýnum í Havn, har túsundtals bilar koyra framvið hvønn dag, standa veggir klárir, og tveir veggir hjá Berg Motors á Hálsi standa eisini klárir.

[object Object]Á Fornagørðum, Klaksvík

[object Object]Runavík

Umframt teir báðar í Havn er ein lýsingaveggur á Fornagørðum miðskeiðis í Klaksvík og ein í miðbýnum í Runavík. Hesir lýsingaveggir koyra allir umvegis Vevlýsingar, og til ber at brúka somu lýsingar á netinum sum á lýsingaveggunum. Kostnaðurin er úr 25 krónum um tíman.

Lesarabrøv

Lesarin.fo er eisini til reiðar til løgtingsvalið. Tað er ókeypis at leggja út lesarabræv, men møguleiki er eisini at sleppa beinleiðis gjøgnum tíðindastreymin á portal.fo.

Kostnaðurin fyri hetta er 1500 krónur, og lesarabrævið verður tá eisini sett á serliga gott pláss á forsíðuni á Portalinum í tvey samdøgur.

Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við okkara søluráðgeva. Saman finna vit útav hvat besta loysnin er til tín tørv og hóskandi prís.

Borgar Kristiansen
tlf. 23 66 01
[email protected]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder