2024-07-03 08:19
Beint fyri midnátt í gjárkvøldið ringdi ein skipari umborð á einum fiskiskipi, sum lá í Klaksvík, eftir løgregluni um hjálp.
Ein av manningini varð í fyllskapi vorðin heilt óstýriligur.
Maðurin varð fluttur til Havnar og hevur sovið rúsin av sær í klivanum í nátt. Av tí at maðurin ikki gjørdi seg beinleiðis inn á nakran, verður ikki meira gjørt við hetta málið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald