Fýra fólk fingu skaða nýggjárskvøld, tá ein maður koyrdi inn í ein bólk av fótgangarum í týska býnum Bottrop. Maðurin royndi í fleiri førum at koyra á fólk ta kvøldið.
Týska løgreglan heldur at talan var um eitt málrættað álop av einum manni við sera fremmandahatskum meiningum.
Fleiri fólk úr Sýria og Afganistan vóru í tí bólkinum, sum varð árendur stutt fyri midnátt.
Fýra fólk fingu álvarsaman skaða í álopinum, og maðurin verður nú ákærdur fyri morðroynd. 50 ára gamli maðurin hevði roynt at koyrt á ein annan fótgangara, men hesin megnaði at sleppa sær undan. Aftaná at hann hevði koyrt inn í bólkin av fótgangarum, royndi hann eisini at koyra á ein annan bólk, sum stóðu og bíðaðu við eitt busssteðgistað.
Maðurin hevur viðgingið, at hann er fremmandahatskur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald