Innanlands

Maður rent á ær

Ærin kundi ikki bjargast og varð tí avlívað

2018-09-17 08:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið stutt fyri klokkan níggju, boðaði ein maður løgregluni frá, at hann hevði rent á eina ær á landsvegnum við Hvítanes.

Bilurin fekk eitt sindur av skaða, og sambært manninum var ærin ikki til at bjarga, so hann gjørdi av at avlíva hana.

Vakthavandi á politistøðini sigur við Portalin, at talan er um ein mann, sum hevði skil fyri seyði.

Eigarin er kunnaður um hendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder