2018-06-20 12:51

Ein 36 ára gamal maður andaðist í morgun eftir at verða skotin á Amager í gjárkvøldið. Maðurin varð skotin fleiri ferðir á Amagerfælledvej av tveimum monnum í maskum seint í gjárkvøldið.
Løgreglan fann stutt eftir hendingina ein bil, sum stóð í ljósum loga við Brøndby Strand. Løgreglan metir, at bilurin kann hava verið nýttur til skjótingina, skrivar TV2.
36 ára gamli maðurin var í danska bandaumhvørvinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald