Uttanlands

Maðurin aftanfyri dráp á 17 amerikanskar hermenn er dripin

Amerikanski herurin sigur seg hava dripið Jamal al-Badawi

2019-01-07 08:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Donald Trump, forseti í USA, skrivaði á Twitter í gjár, at amerikanski herurin hevur dripið al-Qaeda limin Jamal al-Badawi.

al-Badawi var ein av monnunum aftanfyri álopið á amerikanska herskipið USS Cole í ár 2000. 17 amerikanskir hermenn lótu lív í álopinum og 40 fingu skaða.

USS Cole lá við havnarlagið í Aden í Yemen tann 12. oktober 2000, tá ein bólkur av islamistum í einum gummibáti framdu eitt sjálvmorðsálop við at sigla á og spreingja hol á amerikanska herskipið.

Fríggjadagin segði amerikanski herurin, at al-Badawi varð dripin í einum luftálopi í Yemen, og í gjár váttaði amerikanski forsetin, at al-Qaeda limurin er deyður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder