Fyrrverandi gittarleikarin í amerikanska rokkbólkinum Lynyrd Skynyrd og samsangskrivari til stóra tónleikahittið “Sweet Home Alabama” andaðist mikudagin.
Á hansara almenna facebookvanga stóð at lesa í gjár, at Ed King andaðist í heimi sínum í Nashville, Tenessee, USA.
Sambært tónleikablaðnum Rolling Stones var Ed King sjúkur við lungnakrabba, men einki verður sagt um hvør deyðsorsøkin er.
- Ed var bróður okkara og ein fantastiskur sangskrivari og gittarleikari. Eg veit at hann verður sameindur við hinum av dreingjunum í Rock & Roll-himlinum, skrivar gittarleikarin Gary Rossington, sum var við at seta Lynyrd Skynyrd á stovn, á Twitter.
Ed King gjørdist partur av Lynyrd Skynyrd í 1972 og var við á trimum teimum fyrstu fløgunum hjá bólkinum. King fór úr bólkinum í 1975, tvey ár áðrenn forsangarin Ronnie Van Zant, gittarleikarin og sangarin Steve Gaines, kórsangarin Cassie Gaines og umboðsmaðurin Dean Kilpatrick doyðu í flogvanlukku.
Ed King gjørdist aftur partur av bólkinum í 1987 og spældi við til 1996.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald