Uttanlands

Maðurin handtikin eftir at hann royndi at loypa á Geert Wilders

Hollendski politikarin ætlar at skipa fyri kapping í at tekna Muhammed profet

Pakistanar brenna hollendska flaggið í mótmæli móti ætlanunum hjá Geert Wilders at hava kapping í at tekna Muhammed profet (Mynd: EPA)

Pakistanar brenna hollendska flaggið í mótmæli móti ætlanunum hjá Geert Wilders at hava kapping í at tekna Muhammed profet (Mynd: EPA)

2018-08-29 23:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein 26 ára gamal maður varð í gjár handtikin í Hollandi, fyri at hava hótt við at loypa á høgravenda politikaran Geert Wilders.

26 ára gamli maðurin legði sjónband út á Facebook, har hann segði at hann var á veg til parlamentið, og at “gudspottarin” (Wilders) var hansara mál.

Øði var komin í mannin, nú Geert Wilders ætlaði at hava kapping í at tekna Muhammed profet. Wilders fortali í juni, at hann longu hevði fingið fleiri enn 200 tekningar til kappingina.

Ætlanirnar hjá Wilders hava eitt nú ført til mótmæli í pakistanska býnum Lahore, har mótmælisfólk hava brent hollendska flaggið. Islamski flokkurin Tehreek-e-Labbaik skipaði fyri mótmælinum, skrivar DR.

Í 2005 førdu Muhammed-tekningarnar hjá Jyllands-Posten til mótmæli kring allan heimin, og í 2015 lupu islamistar á kontórið hjá franska satirublaðnum Charlie Hebdo í París og drupu 12 fólk. Charlie Hebdo hevur fleiri ferðir latið út tekningar av Muhammed profeti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder