Uttanlands

Maðurin handtikin fyri morðið á XXXTentacion

Løgreglan í Florida hevur handtikið ein 22 ára gamlan

XXXTentacion

XXXTentacion

2018-06-21 17:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein 22 ára gamal maður er handtikin og ákærdur fyri morðið á rapparan XXXTentacion, sum varð skotin til deyðis mánadagin.

Dedrick Williams verður eisini ákærdur fyri at hava stolið ein bil og fyri at hava koyrt uttan at hava koyrikort.

Williams er í løtuni á royndartíð fram til 2021 eftir at hava sitið inni fyri at hava stolið ein bil, skrivar CNN.

20 ára gamli XXXTentacion varð skotin av tveimum monnum eftir at hava verið inni í einum handli, sum selur ymiskt til motorsport.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder