
Orsakað av stríðnum millum Ísrael og Gaza, hevur danska uttanríkismálaráðið nú broytt leiðbeiningina um ferðir til Ísrael og Vestara Árbakka.
Av trygdarávum verður staðiliga mælt dønum frá at ferðast til hesi støð, skrivar Ritzau.
Danska uttanríkismálaráðið hevur áður frámælt ferðir til hesi øki, umframt Gaza, orsakað av koronastøðuni, men, vandin er nú so álvarsamur, at tað er neyðugt við serligari ávaring, skrivar danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, á Twitter.
Onnur lond, eitt nú USA, hava eisini mælt borgarum frá at ferðast til Ísrael, og fleiri flogfeløg eru givin at flúgva hartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald