Ein nevnd av serfrøðingum, sum norska stjórnin hevur sett, mælir nú frá at koppseta við koppingarevnunum frá AstraZeneca og Johnson & Johnson.
Orsøkin er, at fleiri hava fingið álvarsom hjáárin eftir, at tey eru vorðin koppsett.
Tilmælið frá nevndini byggir á smittustøðið í Noregi, og kann økt smittutrýst, nýggj frábrigdi, trupulleikar við veitingini av koppingarevni, umframt nýggj kunning um hjáárin broyta niðurstøðuna hjá nevndini, skrivar Ritzau.
Koppingarevnið hjá Johnson & Johnson varð góðkent í ES og Noregi 11. mars, men enn hevur tað ikki verið brúkt í Noregi. Noreg hevur heldur ikki brúkt koppingarevnið hjá AstraZeneca síðan 11. mars, tá fleiri høvdu fingið staðfest blóðtøpp eftir koppseting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald