Innanlands

Magn keypir meirilutan í Demich

Yvirtøkan er liður í ætlanini hjá Magn um at gerast heildarveitari í grønari orku

Hendrik Egholm, samtaksstjóri í Magn

Hendrik Egholm, samtaksstjóri í Magn

2018-08-27 07:41 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað er meint í álvara, tá orkufelagið Magn bjóðar seg fram sum grønan orkuveitara, og tí hevur felagið nú keypt meirilutan í P/F Demich, sum er fremsta HVS-virkið á føroyska marknaðinum, tá tað snýr seg um grønar hitaloysnir, skrivar Magn á heimasíðuni. 

Á Magn siga tey, at tað hevur verið av avgerandi týdningi í allari keypstilgongdini, at verandi eigarar og lyklastarvsfólk í Demich halda fram í felagnum, tí hesi hava meira enn onnur staðið í fremstu røð at veita grønar orkuloysnir í Føroyum seinastu árini og hava tískil stóra vitan og førleikar í viðførinum.

- Teir kundarnir, sum higartil hava gjørt íløgur í grønar orkuloysnir, eru í stóran mun tey visjoneru. Saman við Magn sleppa vit nú út til fleiri, ja út til helmingin av føroysku húsarhaldunum. Tískil kann grøna loysnin nú gerast fremsta valið hjá munandi fleiri húsarhaldum enn frammanundan, sigur Torbjørn Hansen, stjóri í Demich um nýggja samstarvið og ognarfelagsskapin við Magn.

Kappingarráðið góðkendi yvirtøkuna í síðstu viku, men sambært Kringvarpinum er treytin, at Magn góðtekur, at Kappingareftirlitið skal góðkenna átøk, har felagið bindir ella buntar vørur hjá Magn við vørur hjá Demich og í teimum førum, har sáttmálar binda viðskiftafólk longri enn eitt ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder