Innanlands

Magnus Dahl vart ph.d. á Aarhus Universitet

Fríggjadagin 10. august vardi Magnus Dahl ph.d.-ritgerð sína um stýringsamboð í sambandi við fjarhita

2018-08-17 14:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 10. august vardi Magnus Dahl ph.d.-ritgerð sína um stýringsamboð í sambandi við fjarhita við Institut for Ingeniørvidenskab á Aarhus Universitet.

Ritgerðin kallast “Production planning of energy systems - Cost and risk assessment for district heating.” Hon kann lesast sum e-bók her

Talan er um eina vinnu ph.d.-verkætlan, sum Magnus Dahl hevur fullført í samstarvi millum fyritøkuna AffaldVarme Aarhus og Aarhus Universitet. Ph.d.-verkætlanin er partur av verkætlanini READY, sum stendur fyri “Resource Efficient Cities Implementing Advanced Smart City Solutions”. Tað er verkætlan, sum aftur er partur av stórari altjóða verkætlan, sum er stuðlað av ES-granskingarsamstarvinum.

Verjan fríggjadagin gekk sera væl. 

- Ritgerðin hevur eina framúrskarandi greining av fjarhitaskipanum og leggur nýggjar arbeiðshættir og úrslit fram, og er tí eitt sera virðismikið íkast til granskingina av orkuskipanum, segði metingarnevndin um ritgerðina. 

Meira kann lesast um ritgerðina hjá Magnusi Dahl á gransking.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder