Innanlands

Makrelstovnurin minkaður 40 prosent

Nógv minni er til av makreli, norðhavssild og svartkjafti í ár enn í fjør

2018-08-30 09:08 Author image
Oda Strøm
placeholder

Nýggj kanning um fiskastovnarnar í Norðurlondum vísir á, at nógv minni er til av makreli, norðhavssild og svartkjafti í ár enn í fjør. 

Makrelurin er 40 prosent minkaður, norðhavssildin er minkað 24 prosent, og svartkjafturin er minkaður 11 prosent.

Kringvarpið sigur, at tað var niðurstøðan av árligu kanningini hjá Íslandi, Grønlandi, Noregi, Danmark og Føroyum, sum varð gjørd í landnyrðingspartinum av Atlantshavi frá 30. juni til 6. august.

ICES kemur við sínum tilmæli um uppsjóvarfisk 28. september.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder