Tvøroyar býráð fer í kvøld at viðgera áheitanina frá meirilutan í býráðnum um eyka býráðsfund í samband við málið um bygningin við Sílá (gamla eldrasambýlið).
Meirilutin í Tvøroyrar býráði, sum er Javnaðarflokkurin, vil hava Tvøroyar kommunu at keypa ella leiga bygningin.
Sambýlið við Sílá fór illa í illveðrinum í 2011. Kommunan á Tvøroyri vildi ikki sjálv umvæla bygningin, men seldi hann. Bygningurin er síðani bygdur uppaftur. 1. januar 2015 var eldraøkið so lagt út til kommunurnar at umsita, og Bú- og Heimatænastan í Suðuroy fekk tá ábyrgdina av øllum eldraøkinum í oynni.
Bú- og Heimatænastan vildi keypa bygningin fyri umleið 11 milliónir krónur og avtalaði eisini við eigararnar at keypa bygningin. Men síðani er einki hent, tí Bú- og Heimatænastan er ikki væl fyri fíggjarliga. Tað skrivar Kringvarpið.
Javnaðarflokkurin á Tvøroyri vil tí hava kommununa at taka um endan, og í kvøld klokkan 19 verður tí áheitanin um eyka býráðsfund tikin upp.
Skráin fyri býráðsfundin sæst á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald