placeholder
Innanlands

Málið um eindarleiðaran: Pedagogfelagið kærir Almannaverkið til umboðsmannin

Uppsagnarmálið um eindarleiðaran fær ikki ein enda enn, tí nú verður málið kært til Løgtingsins Umboðsmann

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-01 18:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tað at man ger eina fráfaringaravtalu kann ikki merkja tað, at arbeiðsgevarin kann ignorera grundleggjandi rættindi, so sum at ein persónur hevur rætt til at verða hoyrdur, tá ákærur verða settar fram um ein sjálvan. 

Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag. Pedagogfelagið hevur tikið stig til at heita á Løgtingsins Umboðsmann um at taka starvsfólkamálið við Hildur Hermansen, fyrrverandi eindarleiðaranum á Almannaverkinum, upp til viðgerðar. Jógvan Philbrow sigur, at eitt skriv verður orðað nú, men at tað fer at snúgva seg um málsgongdina sjálva. 

- Rættiliga tíðliga verður avgjørt, at Hildur Hermansen skal úr starvi, hóast hon ikki hevur havt møgulleika at verða hoyrd, sigur Jógvan Philbrow, sum heldur at talan er um viðurskifti, sum umboðsmaðurin átti at tikið upp til viðgerðar. 

Les eisini: Pedagogfelagið kært depilsstjóran 

Ítøkiliga fekk Hildur Hermansen 22. januar at vita, at hon ikki var leiðari á Eind 10 longur. Tá hon spurdi um grundgevingar, fekk hon at vita, at tær vóru sendar til landsstýriskvinnuna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, til støðutakan dagin fyri. Í hesum skrivi verður ført fram, hví Hildur Hermansen, sambært Edvard Heen, ikki er egna sum leiðari á Eind 10 longur, tó uttan at Hildur Hermansen fær møgulleika at gera viðmerkingar til ákærurnar. 

Les eisini: Almannaverkið metir seg onki hava gjørt galið  

Føroya Pedagogfelag hevur longu kært depilsstjóran, Hermann Mortensen, sum gav Hildur Hermansen boð um, at hon ikki kundi vera leiðari á Eind 10, eina ferð. Tann kæran varð send Almannaverkinum, sum bað Annfinn V. Hansen gera eina løgfrøðiliga frágreiðing um málið. Hann kom til tað niðurstøðuna, at tá málið er enda við fráfaringaravtalu, sum varð gjørd við Hildur Hermansen, hava pedagogfelagið og Hildur Hermansen uppgivið síni rættindi. Hann helt ikki, at nakað skeivt var farið fram í málinum. Men Jógvan Philbrow heldur ikki, at hetta frítekur einum almennum myndugleika frá at bera seg rætt at. 

Les eisini: Manglaði fundarfrásøgn til advokatkanning 

- Tað er harmiligt, at man ikki tekur í egnan barm. Eg haldi eisini, at ein almennur myndugleiki hevur eina moralska skyldu at bera seg rætt at, sigur formaðurin í Føroya Pedagogfelag at enda. 

Tá kæra er send umboðsmanninum, tekur hann sambært løgtingslóg støðu til, um grundarlag er fyri at gera nakað við málið. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder