2018-09-05 07:06
Ein maður í 20’unum var í gjárkvøldið skotin til deyðis í Malmø í Svøríki. Maðurin var skotin úti í gøtuni í býarpartinum Fosie.
Júst hvør orsøkin til skothendingina er, er ikki greitt, men svenska løgreglan sigur, at fleiri skothendingar vóru í Fosie.
Ein annar maður var skotin í Helsingborg í Svøríki í gjárkvøldið. Hesin maðurin varð koyrdur á sjúkrahús, har hann fekk viðgerð fyri lívshóttandi skaðar, skrivar svenska SVT.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald