Uttanlands

Malmø: Tvær spreingingar í nátt

Ein tannáringur varð ógvusliga løstaður

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-09 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvær ógvusligar spreingingar vóru í svenska býnum Malmø í nátt. Tað skrivar DR.

Løgreglan fekk boð um fyrsta tilburðin stutt fyri klokkan hálgvum fimm í morgun, tá ein borgari boðaði frá einum hørðum bresti.

Bjargingarfólk vóru skjót á staðnum, har tey funnu ein tannáring, sum var álvarsamt løstaður. Hann varð fluttur á sjúkrahúsið beinanvegin.

Staðfest var, at ein spreingiløðingur var brostin í einari trappuuppgongd. Spreingingin gjørdi stóran skaða á hurðar og vindeygu í bygninginum.

Tjúgu minuttir aftaná fyrstu fráboðanina, fekk løgreglan enn einaferð boð um, at ein spreingin hevði verið í býnum. Í hesum førinum var eisini talan um ein spreingiløðing, sum var brostin í einari trappuuppgongd.

Bjargingartænastan hevur latið bæði mál til svensku løgregluna, sum nú er í ferð við at kanna málið.

Sambært svensku løgregluni er tannáringurin, sum varð skaddur undir fyrru spreingingini, undir illgruna fyri at hava tikið lut í sjálvari spreingingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder