"Kvinna sitandi við eitt vindeyga", ein málningur hjá spanska listamanninum Pablo Picasso varð herfyri seldur fyri hálva milliard á uppboðssølu í New York.
Auktiónshúsið Christie's hevði mett virðið á málninginum at vera 55 mió. dollarar, men málningurin varð tó seldur fyri 90 mió. dollarar (554,3 mió. í okkara kronum).
Sambært Ritzau skal keyparin tó rinda tilsamans 103,4 mió. dollarar, tá avgjøld og gjald til Christie's verður lagt afturat.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesin málningurin verður seldur á uppboðssølu, men hann er tó ongantíð farin fyri so høgan prís áður.
Fyrstu ferð málningurin varð seldur á uppboðssølu var í 1997, eisini hjá Christie's. Tá varð málningurin seldur fyri 7,5 mió. dollarar (46 mió. krónur). Tá málningurin varð seldur í 2013 á uppboðssølu í London, var prísurin 44,5 mió. dollarar, íroknað øll avgjøld (tað svarar til 273 mió. krónur).
Málningurin er frá 1932. Kvinnan í myndini er Marie-Thérése, fyrrverandi unnusta hjá Picasso.
Picasso varð føddur í 1881, og eftir hann doyði í 1973 varð hann mettur at verða ein av størstu listafólkunum í 20. øld.
Fimm av málningum hansara eru seld fyri yvir 100 mió. dollarar. Tann málningurin, sum er seldur fyri hægsta prísin er málningurin "Les Femmes d’Alger" (Version O) av einari algeriskari kvinnu. Tann málningurin varð seldur fyri 179,4 mió. dollarar (1,1 mia. krónur) í 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald