Innanlands

Mamma at trimum funnin sek í trimum álvarsligum brotum

Revsingin verður ásett til mentalkanning av kvinnuni fyriliggur

(Savnamynd: Jens Kr. Vang)

(Savnamynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-26 14:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein mamma at trimum børnum er í Føroya rætti funnin sek í trimum brotum á ferðslulógina í sambandi við ósemju millum kvinnuna, ið er av útlendskum uppruna, og táverandi mann hennara, ið er føroyingur.

Føroya rættur hevur í dag gjørt niðurskurð í rættarmálinum, og dómarin fann kvinnuna seka í øllum teimum trimu álvarsligu ákærunum.

Les eisini: Verjin: Her er einki ið prógvar, at kvinnan er sek 

Ongin revsing varð kortini ásett í fyrsta umfari.

Við samtykki frá kvinnuni var avtala gjørt á rættarfundinum í síðstu viku, at dómarin fyrst skuldi taka støðu til skuldarspurningin. Og um kvinnan varð funnin sek, skuldi revsiásetingin bíða til ein mentalkanning er gjørd av kvinnuni.

- Vit royna nú at fáa hesa sálarlæknaligu kanningina gjørda so skjótt til ber, og tá henda frágreiðingin so fyriliggur, verður kallað inn til nýggjan rættarfund at taka støðu til sjálva revsingina, greiðir Bjørn á Heygum, verji hjá kvinnuni frá.

Sek í trimum brotum
Kvinnan varð funnin sek í øllum trimum ákærunum. Í fyrsta lagi í at hava sett lívið hjá fleiri øðrum fólkum í vanda við at koyra inn í bilin hjá manninum fleiri ferð, so at hesin at enda koyrdi út av vegnum.

Dómarin metti, at kvinnan var vitandi um, at ein vinkona hjá manninum og børn hennara sat í bilinum, og at hon fleiri ferðir hevði roynt at rent á. Hetta verður mett at vera brot á grein 252 í rættargangslógini, sum snýr seg um ”á fyrilitarleysan hátt at elva til hóttandi vanda fyri lívi ella likamsførleika hjá øðrum”.

Kvinnan varð eisini funnin sek í grein 245 í revsilógini, sum er tann strangara harðskapsparagraffin. Hóast ”vápnið” ein steinur/malargrót ikki er tøkt, so metti dómarin tað vera prógvað, at kvinnan hevði roynt at brúka steinin í eini tasku í eini roynd at sláa mannin. Og tá amboð, vápn, fløskur og annað verður brúkt í slíkum føri, verður dømt eftir strangari paragraffini.

Triðja ákæran var um eldsáseting, við tað at maðurin hevði funnið eitt brennandi kertuljós undir eini song.

Ákærin hevði kravt kvinnuna ákærda sambært strangu grein 180 í revsilógini har mannalív verða sett í vanda, men hesa ákæruna varð hon fríkend fyri. Ístaðin varð hon dømd eftir veikaru paragraffini um eldsáseting, tí dómarin metti, at illgrunin um at tað var kvinnan, ið hevði sett ljósið har, var nóg sterkur til at døma.

Kvinnan sjálv noktaði seg seka í øllum ákærunum.

Støða um møguliga at kæra dómin til hægri rætt verður ikki tikin fyrr endaliga revsingin er ásett, sigur Bjørn á Heygum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder