Uttanlands

Manningin smittað eftir 26 dagar til fiskiskap

Óvanligt at tað gongur so long tíð áðrenn sjúkan brýtur út

(Mynd: Reiðaríið)

(Mynd: Reiðaríið)

2021-04-27 07:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at hava verið til fiskiskap í 26 dagar í Barentshavinum, mátti eitt norskt línuskip bróta túrin av, tí illgruni var til koronasmittu umborð. Hetta verður mett sum óvanligt.

Eftir 26 dagar til fiskiskap segði ein av manningini umborð á skipinum Rolf Asbjørn, at hann hevði mist smakki- og luktisansin. Hóast tað ljóðaði ósannlíkt, at talan kundi vera um korona, so breyt skiparin túrin av, og fór inn til Tromsø, har staðfest var at tveir av manningini, høvdu smittuna.

Manningin varð sett í sóttarhald í Tromsø og seinni eru níggju av teimum fimtan umborð staðfest positivir, men ongin teirra er vorðin sjúkur, og tað er bert tann eini, sum hevur mist sansin at smakka og lukta, skrivar NRK.

Rolf Asbjørn er heimahoyrandi á oynni Senja, og øll manningin er norðmenn.

Eisini leiðarin fyri koronatilbúgvingini og smittusporingini í Tromsø, Øivind Benjaminsen, undrast yvir, at tað skuldi ganga so long tíð áðrenn sjúkan breyt út.

- Hetta er óvanligt, og vit eru nú í holt við at tosa við manningina fyri at finna útav, hvussu smittan hevur breitt seg umborð, sigur hann.

Enn er tó ov tíðliga at koma við eini niðurstøðu.

- Smittan er helst komin umborð við einum, og hevur sníkt seg runt í fleiri vikur. Tann fyrsti, ið hevur havt smittuna, er frískur nú, upplýsir reiðarin.

Tað at fleiri eru smittað uttan sjúkueyðkenni er tó ikki óvanligt. Tað upplýsir tænastan Radio Medico fyri NRK. Hetta er ein læknavakt fyri skip í Noregi.

Tey siga, at tað er óvanligt, at smittan spjaðir seg so spakuliga. Hinvegin er tað ikki óhugsandi, at tað kann henda umborð á skipum, har arbeitt verður í vaktum, og har manningin er røsk at halda frástøðu og reinføri, verður sagt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder