Uttanlands

Margreta drotning: - Eg eri heppin

Margreta drotning tosaði á tíðindafundi í dag um, hvussu hon taklaði sorgina av deyða Heindriks

Margreta drotning og Heindrikur prinsur á Cayx vínslottinum í 2004 (Mynd: Ritzau Scanpix)

Margreta drotning og Heindrikur prinsur á Cayx vínslottinum í 2004 (Mynd: Ritzau Scanpix)

2018-08-16 13:12 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í dag helt Margreta drotning tíðindafund á vínslottinum Cayx í Fraklandi fyri fyrstu ferð, síðan Heindrikur prinsur andaðist tann 13. februar.

Drotningin og prinsurin høvdu til siðvenju at bjóða donskum og fronskum miðlum á Cayx vínslottið í august á hvørjum ári, har tey fortaldu um tað sum fyrifórst í kongahúsinum, og har fjølmiðlarnir kundu spyrja inn til prinsarnar og prinsessurnar.

10 ár eru liðin síðani seinasta tíðindafundin á Cayx vínslottinum, men í dag varð aftur bjóðað inn í sambandi við at franski forsetin, Emmanuel Macron, vitjar í Danmark 28. til 29. august, skrivar TV2.

Á tíðindafundinum segði Margreta drotning millum annað, at slottið hevur stóran týdning fyri hana, tí tað er nakað, sum Heindrikur prinsur og hon skaptu saman. 

- Tað er eitt stað, sum vit bæði skaptu saman, maður mín og eg, og sum vit bæði tvey vóru sera góð við. Vit vóru bæði sera tætt knýtt at staðnum, tí øll familja hansara býr her um leiðir - serliga um summarið. 

Drotningin varð eisini spurd á tíðindafundinum í dag um, hvussu hon kláraði gerandisdagin, nú prinsgemalurin er farin. 

- Eg eri jú so heppin, sum nógv í mínum aldri ikki eru, at eg enn havi eitt arbeiði og skal okkurt. Og tað hjálpir nógv. Tá mann skal okkurt, so kann mann okkurt. Og so nær mann ikki at detta niður í veitina, og tað er sunt, segði drotningin og brúkti harvið møguleikan til at avvísa, at hon fer at abdisera og lata trónina víðari til elsta sonin, Fríðrik krúnprins. 

- Nei, mín meining er ikki broytt. Eg haldi, at tað er gott at hava okkurt at takast við. So tað fari eg vónandi at kunna halda áfram við, segði Margreta drotning sambært TV2. 

Margreta drotning og Heindrikur prinsur við børnum og ommu- og abbabørnum á Château de Cayx á 80 ára føðingardegi Heindriks í 2014. (Mynd: Scanpix Denmark)

Drotningin legði afturat, at deyði Heindriks ikki kom sum eitt sjokk fyri familjuna. 

- Síðsta hálvtannað árið vóru vit jú ikki so nógv saman, tí hann var ikki so væl fyri. Uppá tann mátan var tað ikki eitt so ógvusligt slit, segði drotningin og lýsti síðstu tíðina hjá prinsgemalinum sum sera virðiliga. 

- Tað var ein vakur endi á tilveru hansara, segði drotningin sambært TV2.

- Mátin sum fólk stóðu saman um okkum var veruliga nakað av tí mest hjartanemandi, sum eg kann fyristilla mær. Tað var ein stór hjálp, at fólk vóru so glað at tosa um tað og minnast hann. Tað bleiv til eina bylgju, sum mann fekk riðið tað heila ígjøgnum á. Tað var sera jaligt, legði Margreta drotning afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder