Mentan

- Serstøk uppliving fyri krúnprinshúskið at vitja Føroyar

Margretha drotning takkaði føroyingum í nýggjársrøðu sínari

Skíggjamynd (DR)

Skíggjamynd (DR)

2018-12-31 18:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Margretha drotning í kvøld helt sína árligu nýggjársrøðu, var tað fyri 46. ferð.

Røðan í ár varð hildin á Fredensborg Slot vegna umvælingar á Amalienborg.

Árið 2018 hevur verið eitt hendingaríkt ár hjá kongshúsinum, og í hesum sambandi væntaðu serfrøðingar, at røðan í ár fór at vera meira persónlig enn undanfarin ár.

Í røðu sínari tosaði drotningin eisini um tað at missa Henrik prins, og um 50 ára føðingardagin hjá krúnprinsinum.

Eisini nevndi hon sosialu miðlarnar, og týdningin av at hugsa um umhvørvið og náttúruna.

Eitt, sum vit føroyingar kanska serliga minnast frá hesum árinum í sambandi við kongshúsið, er føroyavitjaninin hjá krúnprinshjúninum. Hetta nevndi Margretha drotning eisini í røðu sínari.

"Tey møttu einum nútíðarsamfelagi við vøkstri og menning. Men eisini møttu tey einum fólkaslagi, sum eru tilvitaði um, hvørji tey sjálvi eru.

"Føroyingar hava ein beinleika, gestablídni og opinleika, sum eg sjálv minnist frá tá eg og Henrik prinsur hava verið og vitjað í landinum. Í kvøld ynski eg at takka øllum, sum gjørdu vitjanina í Føroyum til eina serstaka uppliving fýri krúnprinshjúnini og børn teirra," segði drotningin.

Til ber at hoyra røðuna hjá drotningini í útvarpinum klokkan 19, ella at síggja hana her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder