Føroyska alifelagið, Marine Harvest Faroes við høvuðssæti á Hellunum og virksemi á Oyndarvirði, Sundalagnum og Sandsvág hevur nú fingið nýtt navn, eins og móðurfelagið í Noregi hevur fingið.
Felagið eitur nú Pf. Mowi Faroes. Nýggja navnið varð innført í Noregi á nýggjárinum. Navnið sipar til Thor Mowinckel, sum var undangongumaður í norskari aling, og Mowi er eisini navnið á laksastammuni, sum felagið brúkar í sínum kynsbótaarbeiði.
Les: Undangongumaður verður heiðraður við navnaskifti
Les eisini: Familjan mótmælir navnabroytingini hjá Marine Harvest
Skráseting Føroya boðar frá, at Pf. Marine Harvest Faroes 5. februar hevur broytt viðtøkurnar, so at felagið nú eitur Pf. Mowi Faroes.
Vinnuvitan.biz veit eisini at siga, at í sama viðfangi er Per Roar Bøstrand Gjerde í Bergen settur sum nýggjur nevndarformaður í felagnum ístaðin fyri Marit Solberg.
Hinir nevndarlimirnir í Pf. Mowi Faroes eru Ernst Jacobsen og Hans Jákup Mikkelsen, sum eisini er stjóri í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald