24 og 28 ár. So leingi sluppu Louisa Vesterager Jespersen úr Danmark og Maren Ueland úr Noreg at liva. Í desember í fjør vórðu teir álopnar og dripnar við knívum, meðan tær lógu í telti í fjallaøki í Marokko. Fyri hetta fingu teir tríggir høvuðsbrotsgerðarmenninir deyðarevsing. Hetta varð greitt í rættarsalinum í Salé i gjár.
Allir tríggir høvdu játta seg sekar, og eisini játta at teir stuðlau Islamiskum Stati og teirra áhugamálum. 25-ára gamli Abdessamed Ejjoud var allarhelst leiðarin av lltla IS-bólkinum. Ejjoud, 27-ára gamli Younes Ouaziyad og 33-ára gamli Rachid Affati løgdu ætlanir um og útførdu drápið. Leiðarin hevur greitt frá, at teir fyrr hava havt ætlanir um yvirgangsálop, og at norðurlendsku kvinnurnar vóru tilvildarliga valdar sum offur.
Hóast teir tríggir fingu deyðadóm, so merkir hetta allarhelst ikki, at teir verða avrættaðir. Marokko hevur ikki tikið nakran dømdan av lívið í 25 ár, so yvirgangsmennirnir skulu sita í geglinum restina av lívinum. Verjin hjá monnunum sigur, at dómurin verður kærdur.
24 mans hava tilsamans verið ákærdir í málinum. Ein av hesum fekk lívslangan dóm. Hinir 20 fingu ímillum 5 og 30 ár. Hetta var fyri tað mesta orsakað av, at teir hava verið við at deilt eitt video á netinum av ógvusligu morðunum, sum teir tríggir drápsmenninir upptóku. Islamisk Stat legði eftir drápini eitt sjónband út, har teir tríggir, umframt hin ið varð dømdir lívlsanga fongsulsrevsing, svørja sín trúskap til IS.
Á tingfundinum í gjár varð eisini greitt, at familjan hjá Louisa Vestager Jespersen ikki fær tær sjey milliónirnar, ið hon kravdi frá statinum Marokko sum endurgjald. Sakførarin hjá familjuni fer tó víðari við málinum. Familjan hjá Maren Ueland fekk viðhald í, at teir deyðadømdu skulu rinda 1,4 millión sum endurgjald. Hesar pengarnar fær familjan tó helst ikki, tí talan er um fátækar menn.
Keldur: DR og TV2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald