Innanlands

Martin Breum í Finsen mánakvøldið

Martin Breum er útbúgvin tíðindamaður og var í mong ár vertur í sendingini Deadline á DR2

Martin Breum og Høgni Reistrup

Martin Breum og Høgni Reistrup

2018-08-22 09:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvussu verður samstarvið millum Føroyar og Danmark í framtíðini? Hvørjar ætlanir hevur Danmark við Føroyum? Eru útlit fyri einum nýggjum samstarvi millum londini? Hvat fer at henda í viðurskiftunum millum londini, um Føroyar gerast sjálvstøðugar?

Høgni Reistrup hevur boðið Martin Breum til Føroya at greiða frá øllum tí, hann hevur í viðførinum eftir at hava ferðast og arbeitt nógv saman við fólki, sum fara at ávirka støðu Føroya í heiminum í framtíðini.

Allir føroyingar hava eina hugsan um ríkisrættarligu støðu føroyinga í danska ríkinum. Og nú hevur ein nýggjur áhugi fyri hesum spurningi eisini tikið seg upp millum danir. 

Martin Breum er útbúgvin tíðindamaður og var í mong ár vertur í sendingini Deadline á DR2. Kendi sjónvarpsverturin verður at hoyra í Auluni í Finsen mánakvøldið 27. august, har hann fer at hava framløgu um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. 

Við sær hevur hann eisini nýggju bókina "Hvis Grønland river sig løs – en rejse i kongerigets sprækker", har danskir politikarar og leiðandi embætisfólk bróta tøgnina og siga sína hugsan um Føroyar og Grønland í danska ríkinum.

Í bókini hevur kendi tíðindamaðurin eitt nú samrøðu við Mette Frederiksen, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum, sum er liðilig og bæði skilir og góðtekur, at ríkisrættarligu karmarnir hjá Grønlandi og Føroyum kunnu broytast – ikki í morgin, men í komandi tíðum. Eisini ein av fremstu embætismonnunum í Danmark, Peter Taksøe-Jensen, sum skrivaði frágreiðing við viðmælum um framtíðar trygdar- og uttanríkispolitikk hjá dønum, sær í havsbrúnni eina framtíð, har londini eru sjálvstøðu, men samstarva.        

Høgni Reistrup skipar fyri tiltakinum í Auluni í Finsen. Eftir framløguna fer Høgni Reistrup at seta Martin Breum spurningar.

Kveikjandi fyrilesturin við Martin Breum verður í Auluni í Finsen mánakvøldið 27. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder