Í samband við Betri Pisudagar 2018 bleiv Betri legatið handað fyrrakvøldið á Ungdómsdeildini hjá Betri í Havn. Tiltakið var væleydnað, og fleiri enn 100 lesandi luttóku. Áhugin fyri legatinum var aftur stórur hesaferð, og nógvar spennandi umsóknir komu inn.
”Vit fegnast um at aftur í ár var stórur áhugi fyri Betri legatinum. Hetta vísur tann framhaldandi áhugan hjá føroyskum lesandi at nema sær vitan úti í heimi, og vit eru fegin at kunnu geva okkara íkast til, at lesandi fáa eina fjølbroyttari og betri útbúgving” sigur Ben Arabo, forstjóri í Betri.
Betri legat er eitt legat fyri føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uppihald uttanland í beinleiðis sambandi við útbúgving og verður latið tvær ferðir árliga til tvey lesandi.
Higartil hava legatmóttakarnir søkt sær íblástur í Sydney, París, Brússel og Svalbard. Hesaferð fara báðir umsøkjararnir til USA at leita sær kunnleika.
Bæði Mathias og Rólvur lesa Elektrisk Energiteknologi á Danmarks Tekniske Universitet (DTU) á 4 semestri. Í august fara teir í eina lestrarhálvu til USA - Mathias skal lesa á University of Texas at Austin og Rólvur á University of Maryland, School of Engineering.
Mathias segði, um at hava fingið Betri legatið:
“Tá eg skuldi velja, hvar eg eg vildi lesa uttanlands, vóru nakrar treytir, ið skúlin og staðið skuldi lúka. Skúlin skuldi hava eitt høgt fakligt støði innan mína spesialisering, landið skuldi verað enskttalandi, býurin skuldi hava ein stóran tøkniligan ídnað, og so skuldi umhvørvið vera nakað heilt øðrvísi, enn eg áður hevði upplivað. Tí valdi eg University of Texas at Austin.
Við Betri legatinum fái eg eisini møguleikan at ferðast á orkuráðstevnur í øðrum pørtum av USA fyri at fáa størri innlit í nýggjastu tøknina innan orkugoymslu og fáa samband við amerikanskar fyritøkur, ið nýta og menna hesa tøkni. Eg eri tí sera fegin um at hava fingið hetta legatið".
Rólvur segði:
”Hetta er ein sera stór hjálp, sum ger tað møguligt hjá mær at fáa hægstu servitan innan menning av varandi orkukeldum og harvið møguleikan at arbeiða fyri at gera Føroyar óheftar av fossilum brennievnum.University of Maryland liggur beint uttanfyri Washington D.C. sum er eitt rættiliga dýrt stað at búgva, og tí kemur Betri legatið sera væl við”.
Betri ynskir Mathias og Rólvuri góða ferð, og gleðir seg at frætta um teirra uppihald í USA gjøgnum spennandi bloggarnar, ið teir fara at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald