Uttanlands

May við fráboðan um Brexit seinnapartin

Sambært fleiri bretskum miðlum verður atkvøðugreiðslan í Undihúsinum um Brexit útsett

2018-12-10 14:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sambært fleiri bretskum miðlum fer bretski forsætisráðharrin, Theresa May, at útseta atkvøðugreiðsluna í Undirhúsinum um at fara úr ES.

Atkvøðugreiðslan skuldi eftir ætlan vera í morgin, men nú tingingar hava verið í Undirhúsinum í tríggjar dagar, er greitt, at úrslitið av tingingunum helst verður felt.

Stjórnin hevur í skundi havt fund í morgun, og síðani er kunngjørt at Theresa May kemur við einari fráboðan klokkan 16:30, og bretskir miðlar endurgeva keldur fyri at atkvøðugreiðslan verður útsett.

Enn er ógreitt hvat forsætisráðharrin fer at gera fyri at fina eina loysn.

Ráðharrin innan barnamál váttar fyri Sky News, at bretski forsætisráðharrin fer aftur til Brússel at tingast um nýggja avtalu. Eina avtalu, sum ES longu hevur góðkent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder