Boris Johnson hevur verið úti fyri sínum fyrsta valósigri sum bretskur forsætisráðharri.
Konservativa valevnið hjá honum í valøkinum Brecon and Radnorshire í Wales hevur júst tapt eitt eyka val til eitt valevni, sum gongur inn fyri framhaldandi bretskum ES-limaskapi, skrivar PA-tíðindastovan.
Jane Dodds frá Liberaldemokratunum vann við 13.826 atkvøðum móti 12.401 atkvøður til Chris Davies frá teimum konservativu.
Eykavalið mátti skrivast út, tá Chris Davis í mars varð skýrdur óegnaður at sita á tingi eftir ein dóm fyri snýt við útreiðsluskjølum.
Hóast 19 prosent kravdu, at Davis legði frá sær, varð hann fyrigivin av konservativa flokkinum, sum tók avgerð um at stilla hann uppaftur.
Sigurin til 55 ára gomlu Jane Dodds og Liberaldemokratarnar merkir, at konservativi flokkurin og norðurírski stuðulsflokkurin, Democratic Unionist Party (DUP), nú bert hava ein tingsess í meiriluta í bretska tjóðartinginum. Tey konservativu og DUP hava 320 sessir og andstøðan 319.
Úrslitið av valinum verður fatað sum ein sigur til ’Remain-rørsluna’, sum ynskir at Bretland skal varðveita sín ES-limaskap.
Boris Johson heldur fast um, at bretar skulu úr ES í seinasta lagið 31. oktober – við ella uttan eini skilnaðaravtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald