Innanlands

Meirilutin í Tvøroyrar býráði vil leiga gamla eldrasambýlið

Borgarstjórin fer at venda sær til kommunala eftirlitið um málið um sambýlið við Sílá

Bygningurin við Sílá (Mynd: Skyn)

Bygningurin við Sílá (Mynd: Skyn)

2018-09-11 14:18 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í gjárkvøldið var býráðsfundur í Tvøroyrar býráði, og eitt av punktunum á býráðsfundinum var málið um bygningurin við Sílá (gamla eldrasambýlið). 

Meirilutin í býráðnum, sum er Javnaðarflokkurin, endaði við at samtykkja, at umsitingin skal taka upp samband við eigararnar av bygninginum um at leiga bygningin við Sílá. Tað sæst í gerðabókini fyri býráðsfundin í gjár. 

Tað var Bjarni Hammer, sum mældi til, at umsitingin í Tvøroyar Kommunu tekur upp samband við eigarnar av bygninginum við Sílá fyri at gera ein leigusáttmála, um formaðurin í Bú- og heimatænastuni ikki finnur eina loysn.

Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, mældi tó til, at Bú- og heimatænastan, sum umsitur eldraøkið, skal arbeiða víðari við málinum. Borgarstjórin helt tað vera brot á lógina um eldraøkið, at ein kommuna leigar ella keypir bygningar uttan um Bú- og heimatænastuna.

Tá ið atkvøðugreiðsla var, vóru tó fýra atkvøður fyri uppskotinum hjá Bjarna Hammer um, at umsitingin skal tosa við eigararnar um at leiga bygningin. Tríggjar vóru ímóti.

Kristin Michelsen viðmerkti á fundinum, at hann fer at spyrja kommunala eftirlitið, um heimild er at gjøgnumføra samtyktina hjá meirlutanum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder