Uttanlands

Meksiko stevnt Google fyri at broyta navnið á Meksikoflógvanum

Google hevur boðað frá, at amerikanskir brúkarar av Google Maps fara at síggja nýggja navnið, tá navnabroytingin er komin í gildi, og tað eru tey ónøgd við í Meksiko

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2025-05-10 18:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í januar skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump undir eina løgskipan um m.a. at broyta navnið á Meksikoflógvanum - flógvin millum Meksiko, Kuba og amerikansku suðurstrondina - til Amerikaflógvin.

Eftir hetta boðaði Google frá, at navnið eisini fór at verða broytt á Google Maps, tá navnabroytingin kom í gildi. Boðað varð frá, at hetta bert fór at verða broytt hjá amerikonskum brúkarum og ikki brúkarum í Meksiko. Brúkarar úr øðrum londum koma at síggja bæði nøvn.

Í Meksiko eru tey ónøgd við avgerðina hjá Google, og tí hava tey nú stevnt Google, sigur Claudia Sheinbaum, forseti í Meksiko sambært BBC.

Hósdagin varð navnabroytingin góðkend í amerikanska Umboðsmannatinginum. Um navnabroytingin eisini verður góðkend av Senatinum, hava onnur lond tó ikki skyldu at taka við navnabroytingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder