Uttanlands

Melania Trump biður mann sín leggja telefonina frá sær

Kona Donald Trump er ikki altíð samd í tí, hann skrivar á Twitter

2018-10-06 20:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Melania Trump, amerikanska forsetafrúan er ikki altíð samd í tí, sum maður hennara Donald Trump skrivar á sosiala miðilin Twitter, og hevur hon fleiri ferðir biðið hann um at leggja telefonina frá sær.

Tað segði hon við miðlarnir í dag, tá hon var og vitjaði pýramidurnar uttanfyri Egyptiska høvuðsstaðnum Kairo. Melania Trump hevur nevniliga verið á rundferð í Afrika hesa vikuna. Hon hevur bæði verið í Ghana, Malawi, Kenya, og at enda í Egyptalandi.

Við pýramidunum fingu miðlafólk høvi at spyrja forsetafrúuni nakrar spurningar, og tá hon varð spurd, hvat hon helt um tað, maður hennara skrivar á Twitter, segði hon:

"Eg eri ikki altíð samd í tí, sum hann skrivar á Twitter, og tað sigi eg honum. Eg gevi honum mína ærligu meining og gevi honum ærlig ráð. Onkuntíð lurtar hann, og onkuntíð ger hann ikki. Men eg havi mína egnu rødd og egnu meiningar, og tað hevur stóran týdning fyri meg, at eg kann siga tað, eg meini," sigur hon sambært TV2.

Meðan Melania Trump hevur ferðast runt í Afrika hevur málið um Brett Kavanaugh, ið er vorðin ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á fleiri kvinnur, fylt nógv í amerikansku miðlunum.

Christine Blasey Ford er ein teirra, ið vil vera við, at Kavanaugh hevur gjørt seg inn á hana.

Tá Melania Trump varð spurd, um hon trýr tí, sum Christine Blasey Ford hevur sagt um Brett Kavanaugh, sum Donald Trump hevur tilnevnt til hægstarættardómara, segði hon:

"Vit mugu hjálpa øllum ofrunum, óansæð hvussu tey eru vorðin misnýtt. Eg eri ímóti øllum sløgum av misnýtslu ella harðskapi".

Hon segði eisini, at hon metir, at Kavanaugh er "væl skikkaður" til starvið sum hægstarættardómari, og hon segði eisini, at hon fegnast um at bæði Kavanaugh og Christine Blasey Ford vórðu hoyrd í senatinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder