Uttanlands

Menn duga betri at navigera enn konur

Nýggj kanning vísir, at menn duga betri at navigera enn konur. Men grundirnar eru søguligur ójavni

Mynd: seaheroquest.com

Mynd: seaheroquest.com

2018-08-12 17:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Ein kanning, sum vísindafólk á University College London hava gjørt vísir, at menn duga betri at navigera enn konur. Tað skrivar BBC

Kanningin er gjørd við einum teldil- og snildfon spæli, sum eitur Sea Hero Quest. Spæli snýr seg um at stýra fyri ein gamlan sjómann, sum hevur mist minnið. Upplýsingarnar frá hvørjum einstakum, sum spælir, verða síðani goymdar og brúktar til stóra kanning í Alzheimer. 

Tað eru tó ikki viðføddar grundir til at menn duga betur at navigera enn konur. Hugo Spiers, ein av vísindafólkunum handan kanningina sigur, at grundin er søguligur ójavni. Sambært honum vísa tølini greitt, at munurin á konu- og mannfólki er nógv minni í londum við stórari javnstøðu. Hann sigur eisini, at fólk við útbúgving og fólk frá ríkum londum duga betri at navigera enn fólk uttan útbúgving ella fólk frá fátøkum londum. Tað heldur hann vera prógv um, at umstøðurnar vit liva í hava beinleiðis ávirkan á okkara fatanarligu førleikar. 

Kanningin vísir eisini, at fólk úr Noregi, Finnlandi og Danmark duga best at navigera. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder