Borgarstjórin og mentamálanevndin eru á vitjan í Reykjavík, har Tórshavnar kommuna var boðin við sum høvuðsgestur á Menningarnóttini, ið var leygardagin. Annika Olsen, borgarstjóri, setti Menningarnóttina fyri fullsettum sali á Ráðhúsinum, har Heiðrik á Heygum og Xperiment framførdu, og aftaná var móttøka á Sendistovu Føroya, har tað somuleiðis var stúgvandi fult av fólki.
Í gjárkvøldið bjóðaði sendimaður Peter Petersen borgarstjóranum og mentamálanevndini til døgurða heima hjá sær í Birkihlíð. Her vóru viðurskifti millum Reykjavíkar og Tórshavnar kommunu umrødd við serligum atliti til mentanarlig viðurskifti. Eitt nú var Annika Olsen, borgarstjóri, sinnað at styrkja um tað frálíka samstarvið, sum er millum býirnar, við at ítøkiliggera ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi fyri býirnar báðar. Serliga er tað av týdningi at varðveita samstarvið við føroysku sendistovuna, ið er eitt týdningarmikið savningarstað fyri føroyingar í Reykjavík og Íslandi sum heild, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Áðrenn ferðaliðið vendir heim seinnapartin í dag fer mentamálanevndin at luttaka á framløgum á Ráðhúsinum um um fyribyrgjandi arbeiði við børnum og ungum, UNESCO verkætlanina City of Litterature og mentanarætlanina hjá Reykjavíkar kommunu við heitinum “Mentan er mannarættindi”. Harafturat verður vitjað á listaverkstøðum og langhyli, ið Reykjavíkar kommuna stuðlar.
Innanlands
Mentamálanevndin vitjaði sendimannin
Tórshavnar kommuna er á vitjan í Reykjavík
Á myndini eru borgarstjórin og mentamálanevndin avmyndað heima hjá sendimanninum, Peter Petersen og konuni Halltóru Ranghamar
2018-08-20 13:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald