Mentan

Mentanarnátt í Kongshøll

Fróðskaparsetur Føroya og Granskingarráðið skipa í felag fyri filmssýningum í Kongshøll mentanarnáttina í Havn 4. juni, tá listaligi vísindafilmurin, “Almost Human”, verður vístur

2021-05-17 21:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Setrið og Granskingarráðið lata á mentanarnáttini 4. juni dyrnar upp fyri almenninginum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.

Á skránni eru tvær sýningar av filminum, “Almost Human: Notes on the human conditions by 10 scientists and a robot”.

“Almost Human” er eitt sjálvstøðugt listaligt verk, sum essayistiskt byggir brúgv millum list og vísindi og viðger evni sum vitlíki, tólmennistøkni, veðurlagsbroytingar, uppruna heimsins, falskunning o.s.v.

Jeppe Rønde hevur leikstjórnað, Stephen Fry er frásagnarfólk og Carlsbergfondet hevur fíggjað filmin, sum hevði frumsýning á dokumentarfestivalinum, CPH:DOX, í fjør og síðani hevur verið sýndur á mongum filmsfestivalum kring um í heiminum.

- Vísindini hava av álvara víst seg at vera púra avgerandi fyri okkara vælferð og førleika at handfara álvarsligar støður, tá kreppa rakar. Carlsbergfondet hevur til endamáls at styrkja vísindini og kritisku støðutakanina, grundað á vísindaligar sannroyndir. Tí halda vit, at stundin er komin til, at øll í Danmark, Grønlandi, Føroyum og Íslandi skulu sleppa at síggja “Almost Human” ókeypis, sigur Flemming Besenbacher, professari og nevndarformaður í Carlsbergfondet.

Sýningarnar í Kongshøll verða 4. juni klokkan 17 og aftur klokkan 19, og føroysk vísindafólk fara at hava stutta innleiðslu undan sýningunum.

Sýningarnar eru ókeypis, og ein drekkamuður verður eisini at fáa.

Fróðskaparsetrið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder