Innanlands

Merkið hongur fremst til HM í Ironman

Fyrireikarinir høvdu gloymt føroyska flaggið, men nú hongur tað yvirav flagginum hjá vertunum

- Føroyska flaggið yvir av Suður Afrikanska flagginum. (Mynd: Palma Jacobsen)

- Føroyska flaggið yvir av Suður Afrikanska flagginum. (Mynd: Palma Jacobsen)

2018-09-01 13:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í hesum døgum er heimsmeistaraskapið í Ironman, sum verður hildið í Port Elizabeth í Suður Afrika. Tveir føroyingar luttaka í kappingini, og teir skulu renna í morgin. 

Men tá teir komu til Port Elizabeth, funnu teir útav, at føroyska flaggið ikki hekk saman við fløggunum frá hinum kappingarlondunum. Palma Jacobsen, sum er mamma Magna Jóhansson, sum er ein av luttakarunum skrivaði um hendingina á Facebook-vanga sínum. 

- Tá vit komu til Port Elizabeth mikudagin, gingu vit ein túr eftir standvegnum, og út á molan, har øll fløggini frá teimum londunum, sum eru representeraði til heimsmeistaraskapið, hanga. Til rædsel og skræk, fann eg ikki føroyska flaggið, skrivar hon millum annað. Hon sigur at grønlenska flaggið hekk har, og tí fór hon beint at arbeiða fyri, at Merkið eisini slapp at veittra millum hini fløggini. 

- Eg gjørdi vart við trupuleikan, og bjóðaði teimum annað av tveimum fløggum, sum eg havi við í kuffertinum, skrivar hon. Hon sigur at hon sendi fleiri teldupostar og segði nógvum frá trupulleikanum. Hon sigur at hon hevur verið blíð í øllum samskiftinum, men í dag, tá Iron Man fyri kvinnur byrjaði, var hon minni blíð og greiddi teimum frá, at nú mátti flaggið upp at hanga.  

- Mín besti vinur Gregg, hevur nú syrgt fyri at Merkið fekk heiðurspláss til heimsmeistaraskapið í Ironman 70.3 á molanum her í Port Elizabeth, fremst og beint yvirav flagginum hjá vertslandinum, skrivar hon at enda. 

Í morgin byrjar kappingin hjá monnum. Magni Jóhannsson og Jákup Petur Eliassen luttaka í kappingini fyri menn. Teir kvalifiseraðu seg til kappingina í Helsingør í juni, har teir vóru við til EM. 

- Magni Jóhannsson og Jákup Petur Eliassen, sum luttaka á HM í Ironman. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder