Mentan

Mest lisnu tíðindastubbarnir í 2018

Katrina Maria í M!, Gud signi Føroyar, Wild West í Fugloy og Liljan Weihe. Her eru mest lisnu tíðindastubbarnir í ár

Katrina Maria Christiansen í mannfólkablaðnum M! hevði stóran áhuga millum føroyingar

Katrina Maria Christiansen í mannfólkablaðnum M! hevði stóran áhuga millum føroyingar

2018-12-31 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit hava savnað mest lisnu tíðindastubbarnir á Portalinum í 2018. Gjøgnum eitt ár koma rættiliga nógvir tíðindastubbar út, og tað er ymiskt hvat fangar áhugan hjá føroyingum.

 

1. Nýggj myndarøð: Katrina Maria droymir um at arbeiða við fótbólti

30. mars 2018: 26 ára gamla Katrina Maria Christiansen var nógv frammi í mars tá mannfólkablaðið M! kunngjørdi nýggja myndarøð. Hetta hevði stóran áhuga millum føroyingar. Les greinina her

[object Object]

 

2. Tveir føroyskir menn horvnir í Danmark

22. juni 2018: Tveir føroyskir menn, Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgaard Henriksen, vóru eftirlýstir tí familjan einki hevði hoyrt frá teimum. Teir komu tíbetur aftur íaftur í øllum góðum. Les greinina her

[object Object]

 

3. Ikki bara samkynd sum kunnu verða víst burtur

17. februar 2018: Nógv rok bleiv av sendingini “Gud signi Føroyar”, sum í KVF varð send í fleiri partum í vár. Millum annað um at vera víst burtur úr samkomum. Les greinina her

[object Object]

 

4. Enn meira rumbul um Bjarna Hammer

6. mars 2018: Tá Sosialurin í mars segði seg hava prógv fyri, at javnaðartinglimurin, Bjarni Hammer, hevði sagt seg kunna skaffa hassj til tvær ungar kvinnur, vóru nógvar ymsar leysasøgur. Millum annað at málið skuldi vera byrjað í Unga Tjóðveldi. Les greinina her

[object Object]

 

5. Keldan ynskti at steðga sendingini

16. februar 2018: Gud signi Føroyar elvdi sum nevnt til nógv rok í samfelagnum. Millum annað kom fram, at Keldan hevði roynt at forða fyri, at fyrsti partur, sum var um samkomuna í Skálabotni, fór at vera vístur soleiðis, sum hann bleiv. Les greinina her

[object Object]

 

6. Mamma at trimum kann rokna við at verða víst av landinum

18. oktober 2018: Ein útlendsk kvinna varð í oktober í Føroya rætti ákærd fyri skilaleysa koyring, harðskap, og fyri at hava roynt at sett eld á húsini hjá manninum. Les greinina her

[object Object]

 

7. Wild West í Fugloy í nátt

4. mars 2018:Joanis Christiansen úti í Fugloy fekk ein ordans hvøkk eina náttina í mars, tá hann vaknaði. Ein sjaførur hevði rent á hús hansara við einum bili. Jóanis rópti tað Wild West. Les greinina her

[object Object]

 

8. Nýggj heimasíða: Lítið klæddar føroyskar kvinnur uttan sensur

13. februar 2018: - Sosialu miðlarnir er eitt fantastiskt tól at hava afturat, men við okkara nýggju heimasíðu kunnu vit vísa á okkara arbeiði uttan sensur og við einum yvirliti, ið vit sjálvi ynskja, segði Janus Gunnarsson, sum saman við konuni Gvøðny Miriam, rekur Miriam & Janus Photography, sum stendur aftafyri nøkrum av mest sæddu myndum í Føroyum seinastu árini. Les greinina her

[object Object]

 

9. 23 ára gamal maður skuldsettur fyri dráp

25. september 2018: Løgreglan boðaði í september frá, at ein 23 ára gamal maður var skuldsettur fyri drápið á Mariu Fuglø Christiansen úr Hvannasundi, sum varð funnin deyð á sjónum í november 2012. Tann skuldsetti noktaði seg sekan. Les greinina her

[object Object]

 

10. Hevur tú ikki skilt, at tey ikki vilja hava teg sum tíðindaleiðara?

26. november 2018: Rumblið um frákoyrda tíðindaleiðaran í Kringvarpinum, Liljuna Weihe, fylti eisini nógv í 2018. Í samrøðu við journalisten.dk í oktober segði hon seg enn ikki hava mist vónina um tíðindaleiðarastarvið. Les greinina her

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder