Innanlands

Met høgt íbúgvaratal í Eiðis kommunu

60 borgarar fleiri enn í 2013

Mynd: Eiðis kommuna

Mynd: Eiðis kommuna

2018-08-13 13:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fólkatalið í Eiðis kommunu hevur nú sett nýtt met.

Í Eiðis kommunu búgva í dag 726 borgarar. Hetta er munandi fleiri enn fyri fáum árum síðani.

Undan kreppuni fyrst í nítiárunum kom fólkatalið upp á 721 borgarar, men eftir kreppuna fall tað heilt niður á 635 borgarar. Í 2003 kom fólkatalið upp aftur á sama støði, 723 borgarar, men eisini tá kom eitt fall í fólkatalinum, sum rakti botnin í 2012, tá bert 666 borgarar búðu í Eiðis kommunu.

Kommunan er vaksin munandi seinastu 6 árini, frá 666 í 2013 til 726 í 2018. Fólkatalið er sostatt vaksið við einum borgara um mánaðin seinastu fimm árini.

Lív er komið í stóran part av teim gomlu húsunum í bygdini, og fleiri hús eru reist seinastu tíðina. 

Kommunan fær regluliga fyrispurningar um møguligar íbúðir, møgulig grundøkir og annars fyrispurningar um ymiskt v.v. búseting í kommununi.

Borgarstjórin sigur soleiðis:

“Vit eru ótrúliga glað fyri, at fólkatalið er vaksið so nógv seinastu árini, men vit meta ikki, tað steðgar her. Vit halda, at fólkatalið framvegis fer at vaksa. Vit eru kommunan við lægsta skattaprosentinum í miðstaðarøkinum, samstundis sum vit eru ein tann best útbygda kommunan í landinum”

Víðari sigur hann:

“Tað, at fólk vilja búsetast í Eiðis kommunu í dag, er ikki bert hesum bygdaráðnum fyri at takka. Gaman í, meta vit, at stórur partur av okkara strategiska uppleggi fyri skjótt 6 árum síðani hevur viðført ein fólkavøkstur, men vit mugu eisini minnast til, at tað, at kommunan er millum best útbygdu kommunur í landinum, er sera lokkandi fyri borgarar. Hetta eiga undanfarin bygdaráð eisini stóran leiklut í.”

Tað eru heilt fá tøk grundøkir eftir í Eiðis kommunu, men hetta er nakað, kommunan arbeiðir við í løtuni. Væntandi kunnu vit bjóða fleiri grundøkir í 2019.

- Eiðis kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder