Innanlands

Metár: 424.000 fóru og komu um fløgvøllin í 2019

Hetta eru áleið 54.000 fleiri enn í 2018, og harvið ein vøkstur á 12,3 prosent. Hetta skrivar Vágaporturin

2020-01-13 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið ein støðugur vøkstur í ferðafólkatalinum um flogvøllin í Sørvági, og árið 2019 gjørdist eitt metár í ferðafólkatalinum. Hetta skrivar vp.fo, sum hevur sæð samlaðu tølini hjá Vága Floghavn fyri farna ár.

Tey vísa, at yvir 424.000 fóru og komu um fløgvøllin. Í 2018 var talið gott 370.000.
Vøksturin er harvið áleið 12,3 prosent.

Vøksturin í ferðafólkatalinum var týðiligur at síggja ígjøgnum árið. Millum annað í apríl, har hann var serliga høgur. 

Eftir fyrstu sjey mánaðirnar høvdu beint undir 250.000 ferðafólk ferðast um flogvøllin í Vágum. Tá lá vøksturin á 12,7 prosentum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder