Uttanlands

Metoo-oddakvinna løgd undir at hava framt ágang

Asia Argento skal hava goldið stóra upphædd til persón fyri at fáa ákæraran at tiga

Asia Argento (Mynd: EPA)

Asia Argento (Mynd: EPA)

2018-08-20 13:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

Italska sjónleikarinnan og instruktørurin Asia Argento, sum eisini er ein av oddakvinnunum í #metoo-rørsluni, verður nú løgd undir at hava framt ágang á ein mannligan arbeiðsfelaga.

The New York Times skrivar, at Asia Argento hevur goldið sjónleikaranum Jimmy Bennett 380.000 dollarar, eftir at hesin ákærdi hana fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á seg í 2013.

Asia Argento var ein tann fyrsta sjónleikarinnan, sum alment ákærdi framleiðslumannin Harvey Weinstein fyri at hava gjørt seg kynsliga á seg. Nú vísir tað seg, at Asia Argento hevði samlegu við tá 17 ára gamla Jimmy Bennett, tá hon var 37 ár. Kynsliga lágaldurin í Kalifornia er 18 ár.

Asia Argento og Jimmy Bennett spældu saman í filminum “The Heart Is Deceitful Above All Things” í 2003, tá Bennet var 7 ár. Tey hava síðani tá sagt at teirra forhold er sum eitt mamma-sonur forhold. Í 2013 møttust tey á einum hotelli í Kalifornia, har tey høvdu kynsliga samlegu. Eftir samleguna tók Argento eisini fleiri myndir av teimum saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder